Børnum tørvar kærleika, kærleika og kærleika

Skulu vit hugsa um pensjónina, heldur enn at verða heima hjá børnunum?

Tað sýnist sum um, at vit hava skapt eitt samfelag, har foreldrini brúka meginpartin av tíðini til at knossa runt á arbeiðsmarknaðinum, meðan børnini eru á stovni. Og at virðingin fyri eini heimaarbeiðandi mammu ella heimagangandi pápa er burtur!

Dag og dagliga verður í miðlunum tosa um, at útbúgving og arbeiði er avgerandi fyri identitet og virðing, at vit skulu hava okkara ávirkan á arbeiðsmarknaðinum, at tað er vandamikið at hava holí CV-num, og hvussu ringt tað er at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin, um man fyrst hevur verið heima í nøkur ár.

Tað, at kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin í síni tíð, er sjálvandi positivt, men tað hevur ført stórar avbjóðingar, fyri barnafamiljurnar, við sær.

Tær avbjóðingar roynir man at loysa, við at stovnarnir skulu hava longri opið. Foreldrini koyra børnini í vøggustovu, tá tey eru 10 mánaðir og renna blundandi avstað fyri at lukka av fyri teimum sterku kenslunum, sum rópa at taka barnið heimaftur. Avleiðingarnar eru nógvar og markantar.

Persónliga er tað stress, vánaligur trivnaður og fleiri hjúnaskilnaðir. Samfelagsliga eru tað: fleiri sjúkradagar, ?diagnosubørn? og minni fólkavøkstur.

Er hetta meiningin við at skapa eina familju? Er hetta meiningin við at fáa børn? …

Lurta og lesa meira HAR

Onnur tíðindi